Lorem ipsum dolor sit amet, consectetur adipiscing elit. Ut elit tellus, luctus nec ullamcorper mattis, pulvinar dapibus leo.
Her á hesari privatpolitikk síðu, sært tú hvussu tínar persónligu upplýsingar vera savnaðar, nýttar og deildar, tá ið tú vitjar ella bíleggur á okkara heimasíðu latara.fo
Vit savna hesar upplýsingar
Tá ið tú vitjar okkara heimasíðu, verða ymiskir upplýsingar um eindina tú brúkar goymdar sjálvvirkandi. Tað eru upplýsingar um hvønn netkaga (browsara) tú brúkar, IP adressu, tíð og kennirfílur (cookies), sum eru innsettar í tínari eind. Umframt tað, goyma vit upplýsingar um tær einstøku síðurnar ella vørurnar, tú hyggur at, tá tú vitjar heimasíðuna. Eisini goyma vit upplýsingar um tær heimasíður ella orðaleitingar, sum førdu teg til okkara heimasíðu, og hvussu tú brúkar síðuna.
Tøkni sum vit brúka at goyma upplýsingar við
Kennirfílur (cookies eru dáta fílar, sum vera tiknar niður á tína eind. Fyri meiri upplýsing um cookies og hvussu ein kann sløkkja tær, finnur tú her: http://www.allaboutcookies.org.
‘Log files’ fylgja tíni gongd á heimasíðuni, savna dátur sum til dømis tína IP adressu, hvønn kaga tú brúkar, alnet tænastu veitara, tilvísandi/útgongds síðu og dato/tíðar stempul.
‘Web beacons’, ‘tags’ og ‘pixels’ eru elektroniskar fílur, sum verða nýttir til at upptaka upplýsingar um hvussu tú brúkar síðuna.
Tá tú keypur á heimasíðuni, verður tú biðin um at upplýsa ymsar persónligar upplýsingar sum navn, bústað, gjaldupplýsingar, telefonnummar og teldupost. Hetta eru bíleggingarupplýsingar.
Tá ið vit skriva um persónligar upplýsingar á hesari síðuni, tá er meinast tað við bæði eindarupplýsing og bíleggingarupplýsing.
Hvussu vit brúka tínar persónligu upplýsingar
Vit brúka bíleggingarupplýsingar til at gjøgnumføra allar bíleggingingar, ið verða framdar á heimasíðuni. (Eisini atgongdina til tína gjaldupplýsing, útbering og til at senda tær faktura og/ella bíleggingarváttan.) Vit brúka eisini hesar bíleggingarupplýsingar til at samskifta við teg, forða fyri møguligum bíleggingarsviki og til at vísa tær upplýsingar ella lýsingar, sum svara til tær vørur ella tænastur, sum tú hyggur eftir á okkaru heimasíðu.
Deiling av persónligum upplýsingum
Vit deila tínar persónligu upplýsingar við øðrum veitarum ‘third parties’. Til dømis nýta vit WooCommerce til okkara nethandil. Tú kanst lesa meiri um hvussu WooCommerce brúkar tínar persónligu upplýsingar á https://woocommerce.com/document/woocommerce-cookies/. Vit brúka QuickPay til upplýsingar um gjaldskortið, sum er ein trygg gjaldsloysn fyri online gjaldingar. Upplýsingar um kortið verður viðgjørt eftir krøvum frá peningastovnunum og Nets/Teller. Vit brúka eisini Google Analytics til at hjálpa okkum at síggja, hvussu okkara kundar brúka heimasíðuna. Tú kanst lesa meiri um hvussu Google brúkar tínar persónligu upplýsingar á https://www.google.com/intl/en/policies/privacy. Tú kanst eisini siga teg burturúr Google Analytics her: https://tools.google.com/dlpage/gaoptout.
Vit kunnu deila tínar persónligu upplýsingar við myndugleikar í tráð við galdandi lóggávu og reglugerð, ið kann vera grund fyri eini vitnisstevnu, leitingarloyvi ella aðrar umbønir frá myndugleikum eftir upplýsingum. Henda hátt brúka vit at verja okkara rættindi.
Tíni rættindi
Um tú býrt í Evropa, so hevur tú rættindi til at fáa atgongd til persónligu upplýsingarnar, vit hava um teg og til at spyrja eftir rætting, dagføring ella at strika upplýsingarnar. Um tú vilt brúka hesi rættindi, set teg í samband við okkum umvegis teldupostin nethandil@latara.fo.
Um tú ert ein íbúgvi í EU, hava vit eina tilgongd til tína persónligu upplýsingar fyri at fullføra avtalur, vit hava við teg. (t.d. um tú bíleggur ígjøgnum síðuna). Vit brúka tær eisini til at fylgja okkara virkisáhuga vístar omanfyri. Legg til merkis, at tínir upplýsingar vera tøkir uttanfyri Evropa í londum sum Amerika og Kanada.
Varðveitsla av dátum
Tá ið tú keypur á okkara heimasíðu, goyma vit tínar bíleggingarupplýsingar, um tú ikki biðir okkum um at strika tær.
Broytingar
Legg til merkis, at henda ávísa síða verður møguliga dagførd.
Set teg í samband við okkum
Fyri fleiri upplýsingar, spurningar ella klagur um hvussu vit nýta tínar persónsupplýsingar, set teg í samband við okkum við telduposti: nethandil@latara.fo